Túrur við danska forsætisráðharranum
Forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussens á vitjan í Føroyum í august 2010.
Í samband við almennu vitjanina hjá danska forsætisráðharranum í Føroyum 18. august 2010, skipaði Løgmaður fyri einum upplivingartúri, ið CoastZone North Atlantic stóð fyri. Ein túrur, ið vísti Føroyar á ein ørðvísi hátt.
Upplivingarnar vóru millum annað ein siglitúrur út í Hest við Norðlýsinum.
Vestanfyri Hestoynna bleiv beiska og vakra nátturan avprøva við at rógva kajak og svimja gjøgnum gjáirnar. Eftir hettar var ”grottokosert” í Klæmintsgjógv og skeljadjóraborð umborð á Norðlýsinum.
Við á túrinum vóru frú Sólrún Løkke Rasmussen og Løgmaður Kaj Leo Johannesen saman við frú Jórun Jannsen, ið øll gjøgnumførdu øll avbjóðingarnar.
”Heim við okkum fingu vit nýggjar og ógloymandi upplivingar. Ikki minst tann spennandi kajak- og svimjitúrurin í gjáunum…”
Lars Løkke Rasmussen, Forsætisráðharri.