Dansk English Føroyskt

Tíðindi

Pylsuvognurin er komin fram!
21/06 2011, 19:39
Fyri løtu síðani lendi pylsuvognurin hjá Poul Michelsen ...
Pylsuvognur á Skælingsfjalli!   CoastZone og Poul ...
Túrur við danska forsætisráðharranum Forsætisráðharrin, ...
  Teambuilding
 
Markleysir møguleikar innan Teambuilding aktivitetir í Føroyum 

 Teambuilding >> trýst

Tíðindi

 
21/06 2011, 19:39
Pylsuvognurin er komin fram!
 
20/06 2011, 21:29
Gongutúrur niðan á Skælingsfjall longsta dag 21. juni 2011
Pylsuvognur á Skælingsfjalli!
 
CoastZone og Poul Michelsen Heilsøla skipa fyri gongutúri niðan á Skælingsfjall týskvøldið tann 21. juni 2011.  Pylsur vera at fáa úr Pylsivogninum. 
 
Gingið verður kl. 2200 frá Skeiðsskarði – fløtan sum liggur vestanfyri vegin niðan á Sornfelli.
 
Túrurin tekur uml. 1½ tíma og er sum heild lættur at ganga, tó er tann seinasta leiðin eitt sindur brøtt og ansast skal eftir tí leyst grót er. Umráðandi er at vera í góðum skóm, helst fjallstivlar sum ganga upp um øklarnar.
 
Ferðaleiðarar frá CoastZone fylgja við niðan.
 
Praktisk viðurskifti
Tað kann vera køli á ”toppinum” tíðskil er umráðandi at luttakararnir hava góð klæðir við, regnjakka, troyggju og húgvu, evt. handskar.
Tey sum koma í bili, skulu parkerað á økinum sum liggur við Oyggjarvegin, tætt við har vegurin gongur niðan á Sornfelli. Tað verður ikki møguligt at koyra niðan til Skeiðsskarð í egnum bili.  
Tað stendur frítt upp til fólk, um tey ynskja at skipa fyri felagstiltakið á toppinum, Føroyskan dans, felagssang ella annað.
 
Tiltakið er ókeypis og er uppá egna ábyrgd.  
 
Sólin setur kl. 2331 og reisur aftur kl. 0336

Meira kunning um túrin fæst her á síðuni kl. 20.00. 

Umhvøvið
Tað er umráðandi at náttúran verður hildin rein.
National Geographic hevur kært Føroyar, at vera heimsins mest óspoleraða oyggjaland í heiminum, tann heiður hava vit enn. Heitt verður tí á øll, um ikki at eftirlata nakað rusk í náttúruna, og evt. samla rusk, um tey finna nakað. Eisini verða fólk biðin um at halda eyga við blómunum og so vítt møguligt ganga uttanum.
 
 
11/03 2011, 12:42
Forsætisráðharrin við Coastzone
 
09/07 2010, 12:21
Video - Føroyar
 
25/06 2010, 09:35
Adventure Race
 
03/01 2010, 13:49
National Geographic udnævner Færøerne
 
14/12 2009, 12:24
Glædelig Jul
 
08/09 2009, 11:59
Video fra færøsk TV
 
03/09 2009, 09:57
Vestnorden Travelmart 2009
 
01/09 2009, 08:24
Nye muligheder på Færøerne